Myrkursins náði - Eivør

Myrkursins náði - Eivør

  • Альбом: Mannabarn

  • リリース年: 2007
  • 言語: アイスランド語
  • 間隔: 4:10

以下は曲の歌詞です Myrkursins náði 、アーティスト - Eivør 翻訳付き

歌詞 " Myrkursins náði "

原文と翻訳

Myrkursins náði

Eivør

Í dag hava fuglar ei sungið eitt lag

Tað var, eins og slóknaði sólin í dag

Og jørðin, hon helt uppat við at mala

Og børnini hildu uppat við at spæla

Stjørnurnar duttu allar niður av himni

Og mánin, hann fánaði burtur og inni

Í stovuni míni ei hoyrdist eitt ljóð

Í myrkursins djúpastu náði eg stóð

Myrkursins náði

Myrkursins náði

Myrkursins náði fevndi meg

Fevndi meg

Henda løtan, hon dró meg til ógingnar gøtur

Til heimsins byrjan og til lívsins djúpastu røtur

Og myrkrið var hvørki ónt ella kalt

Nei, myrkrið var ei enn blivið ónt ella kalt

Tað einasta, eg hoyrdi, vóru undarlig ljóð

Men so føgur og rein og so yndislig ljóð

Og einki var endað, og einki var byrjað

Og einki var sjónligt, og einki var hyljað

Myrkursins náði

Myrkursins náði

Myrkursins náði fevndi meg

Fevndi meg

Myrkursins náði

Myrkursins náði

Myrkursins náði fevndi meg

Fevndi meg

200万曲以上の歌詞

様々な言語の楽曲

翻訳

あらゆる言語への高品質な翻訳

クイック検索

必要なテキストを数秒で見つけます